Sirið spyr Kaj Leo um langar bíðitíðir í barnapsykiatriini

Politikkur27-04-2021 - 09:30 - Jóanis Albert Nielsen

 Skrivligur fyrispurningur 

eftir § 52a í Tingskipanini

 

 

 

Spyrjari: Sirið Stenberg

 

Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen

 

Evni: Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini 

 

 

Spurningar: 

 

1.     Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini ?

2.     Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum ?

3.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður ?

4.     Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár ?

5.     Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini ?

 

 

Viðmerkingar:

Langar bíðitíðir

Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur.

Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt. 

 

Skjót hjálp er góð hjálp 

Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini. Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann gera, at støður, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, kunnu elva til álvarsama sjúku, sum kann blíva varandi. Tí má alt setast til fyri at fáa bíðitíðina niður. Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og menning. 

 

 

 

 

Á Løgtingi, 26. apríl 2021

 

Sirið Stenberg