P/f Gráastein hevur keypt skip úr Norra

vinna18-10-2021 - 10:59 - Jóanis Nielsen

 P/f Gráastein í Havn hevur keypt skip úr Norra, talan er um Havfisk, tað visti ÚF at siga fyrr í morgun.

Havfisk er 21 ára gamalt, skipið er til fiskiskap í løtuni, men verður helst í Føroyum um eina góða viku.