Miðvingar høvdu ein góðan dag í Ryggskor í gjár - myndir

mentan19-09-2021 - 11:55 - Jóanis Nielsen

 Miðvingar vóru í Ryggskor í gjár eftir hornaseiði, 7 seyðir vórðu sleptir í vár og teir fingu allar aftur, teir royndust hampuliga væl, allir vórðu flettir í gjárkvøldið, teir vigaðu: 62, 60, 64,, 60, 71, 73 og 62 pund, so skoramennirnir vóru væl nøgdir í gjárkvøldið.

Dagurin royndist væl, gott skoraveður og alt gekk uppá stás, sigur Regin Lauritsen, sum eisini hevur tikið myndirnar.