Tilvildarlig mynd.

Matvørur, sum fólk kunnu taka við sær til Danmarkar og ES londini

vinna14-08-2020 - 14:57 - Jóanis Nielsen

Danska fødevarestyrelsen(www.fvst.dk)umsitur reglurnar fyri innflutningi av matvørum til Danmarkar; hetta er eisini galdandi fyri innflutningi av matvørum úr Føroyum til Danmarkar.

Niðanfyri er í stuttum greitt frá meginreglunum viðvíkjandi privatum innflutningi av matvørum til Danmarkar. Eru ivamál, seti tykkum í samband við Fødevarestyrelsen.

Føroyingar hava loyvi at taka fiskavørur við til øll londini í ES; aðrar kjøtvørur eruikkiloyvdar at útflyta til ES. Orsøkin er, at Føroyar ikki hava heilsufrøðiliga avtalu við ES, tá umræður aðrar kjøtvørur, enn fisk. Eitt undantak er frá hesum reglum; ES hevur viðtikið, at privatfólk í Føroyum kunnu hava ávísa mongd av djóraúrdráttum, øðrum enn fiski, við sær í viðførinum úr Føroyum til Danmarkar ella senda til privatfólk í Danmark. Ávísar treytir eru fyri hesum útflutningi av mati til Danmarkar, sí niðanfyri.

Hvat kunnu privat taka við sær ella senda til privat í Danmark
Privat fólk kunnu innflyta til Danmarkar úr Føroyum fylgjandi mongdir av djóraúrdráttum, uttan at djóralæknin á marknaeftirlitinum skal gera eftirlit við einstøku sendingunum:

  • 10 kg pr. ferðafólk til Danmarkar av kjøti og kjøtvørum
  • 10 kg pr. ferðafólk til Danmarkar av mjólk og mjólkavørum
  • 10 kg pr. ferðafólk til Danmarkar av øðrum vørum úr djórum t.d. egg
  • Ongar avmarkingar eru á mongdini av fiskavørum.

Maturin skal takast við í egnum viðføri, tá ið tú fer til Danmarkar. Maturin kann eisini sendast í pakka til onkran, sum býr í Danmark, sum kann brúka matin sjálvur. Persónurin í Danmark hevur ikki loyvi at selja matin ella geva øðrum í gávu.

Einki krav er um, at maturin skal nýtast í egnum húsarhaldi, so tað er loyvt at nýta matin í samanskotsveitslum, har móttakarin luttekur. Tiltakið skal tó verða privat.

Grind (tvøst og spik)

Um tú ætlar at taka grind við tær til Danmarkar, skalt tú útvega tær CITES loyvi. CITES, sum er sáttmálin um millumlandahandil við hóttum djóra- og plantusløgum, ásetur, at londini, sum hava bundið seg til sáttmálan, skulu í samband við innflutning og útflutning av hóttum djórasløgum, útvega CITES loyvi.

Sambærtwww.cites.dker munur á, um tú ert fastbúgvandi í Føroyum ella Danmark. Um tú ert fastbúgvandi í Føroyum, so nýtis tær ikki danskt innflutningsloyvi, bert føroyskt CITES útflutningsloyvi. Ert tú fastbúgvandi í Danmark, so nýtis tær bæði CITES út- og innflutningsloyvi.

CITES útflutningloyvi fáast á Havstovuni (hav@hav.fo). Tá tú biður um útflutningsloyvi, send teimum samstundis fylgjandi upplýsingar: Navn og bústað á útflytara, navn og bústað á innflytara, lýs hvør vøran er (tvøst, spik) og vørunøgd. Mest loyvda nøgd fyri hvønn ferðandi er 10 kg.

Fólk við føstum bústaði í Danmark skulu, umframt útflutningsloyvi, eisini hava CITES innflutningloyvi. Hetta fæst fráwww.cites.dk.

Samsendingar

Tú kanst senda pakka við føroyskum mati, sum er ætlaður fleiri fólkum í Danmark, til ein einstakan bústað í Danmark, uttan at vøran skal kannast av djóralækna, tá hon kemur til landið. Krøvini til tílíkar sendingar eru, at:

  • Maturin er úr Føroyum
  • Á hvørjum einstakum pakka er navn og bústaður á endaliga móttakaranum skrivað á
  • Djóralækni á marknaeftirlitsstøðini, har maturin kemur til Danmarkar, skal hava fráboðan um sendingina,áðrennmaturin kemur til Danmarkar. Saman við fráboðanini skal ein listi við nøvnum og bústøðum hjá øllum móttakarum vera við. Á hesum lista skal vekt á pakkum og hvat er í pakkunum eisini standa á. Samband við marknaeftirlitsstøðirnar (BIParnir) í Danmark fæst á hesislóðini.
  • Fráboðanarskjal fæst við at venda sær til marknaeftirlitsstøðirnar (BIP)

DanskaFødevarestyrelsenhevur gjørt eina vegleiðing um “ Indførsel af animalske fødevarer til privat brug fra Grønland og Færøerne til Danmark” síslóð.