Landsstýriskvinnan í almannamálum á vitjan í Vága kommunu

Politikkur06-05-2021 - 12:45 - Jóanis Albert Nielsen

Mikudagin 5. mai var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum á almennari vitjan í Vága kommunu. Tað var Bjarni Prior, borgarstjóri ið hevði boðið landsstýriskvinnuni vestur.

Tað er ein sannroynd at bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, eins og tørvurin á viðgerðarstovnum, bústovnum, umframt tørvurin á endurvenjing til fólk við t.d seinheilaskaða, umlætting o.a eisini er stórur.

Vitandi um at stórur tørvur er á bústøðum til fólk við serligum tørvi, meta vit at okkara kommuna er sera væl egnað til hetta endamálið, og ynskja vit at lyfta hesa uppgávuna saman við landsstýrinum og landsstýriskvinnuni.

Saman við umsitingin, hevði borgarstjórin fyrireikað seg væl, og kundi tí leggja ítøkiligar tankar og uppskot fram fyri landsstýriskvinnuni, og harvið rætti hann út eina hjálpandi hond.

Vága kommuna ynskir at bjóða til samstarv og heitti borgarstjórin á landsstýriskvinnuna um, at ein av hesum bústøðum ella stovnum verður bygdur í Vága kommunu.

Eftir framløgu og fund á kommunuskrivstovuni í Sandavági, gekk leiðin inn á Sýnina, har Jóngerð M. Nielsen, stjóri á Vesturvón bjóðaði vælkomin. Hon vísti runt á ellisheiminum, sum nýliga er umvælt, og vísti á hvørjir møguleikar og hvør fakligheit er á Sýnini, sum kunnu samvirka við ein annan stovn í økinum. Fakliga er starvsfólkahópurin sera væl fyri og fjølbroyttur, umframt at har er nýggjur stórkøkur, vaskaríð og venjingarhøli. Eisini nýtti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnan høvi at heilsa uppá starvsfólk og búfólk á Sýnini.

Eftir vitjanina á Sýnini, bjóðaði Bjarni Prior, borgarstjóri landsstýriskivnnuni til brunsj á Fiskastykkinum. Anja Eydnudóttir, matstovuleiðari vísti runt í nýggju hølunum sum eru í gerð, greiddi frá søguni hjá økinum og pakkhúsunum, og hvørjar møguleikar verða tá pakkhúsini eru liðugt umvæld.

Eftir vitjanina, handaði borgarstjórin Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu eitt eintak av nýggja stórverkingum um Beintu, sum Lydia Laksafoss júst hevur givið út, og hevur framløgur um runt um í landinum í hesum døgum.