Kunningar- og samskiftistøkni millum mest lovandi vakstrarøkini

Politikkur16-04-2021 - 19:02 - Jóanis Albert Nielsen

Kunningar- og samskiftistøkni er millum mest lovandi vakstrarøkini í føroyska samfelagnum, og tí eigur økið at verða raðfest sum vakstrarmøguleiki. Hetta var ein av niðurstøðunum á fundi, sum Vakstrarforum hevði í dag.

”Kunningar- og samskiftistøkni er eitt upplagt øki hjá okkum at leggja størri dent á. Vit hava nógv dugnalig fólk, og landafrøðiligu avbjóðingarnar, ið kunnu vera ein meinbogi í nógvum øðrum vinnum, gera seg ikki líka nógv galdandi í kunningar- og samskiftistøkni,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Vakstrarforum, eftir fundin.

Heini Zachariassen og Rúnar Reistrup, sum báðir hava drúgvar royndir við íverksetan í kunningar- og samskiftistøkni, greiddu frá vakstrarmøguleikum í Føroyum í hesi vinnu, og eisini bleiv víst á risarák (megatrends), sum fara at hava stórar avleiðingar í framtíðini.

Vakstrarforum avgjørdi at seta ein bólk at kanna nærri vakstrarmøguleikar í kunningar- og samskiftistøkni og íverksetan. Bólkurin skal m.a. leggja dent á møguleikar fyri útflutningi á hesum øki.

Havbólkurin

Fundurin í dag var annar fundur í røðini hjá Vakstrarforum, sum skal virka fyri burðardyggum virðisvøkstri í føroyska samfelagnum. Á fyrsta fundinum gjørdi Vakstrarforum av at raðfesta havið sum vakstrarøki og setti ein arbeiðsbólk at arbeiða víðari við hesum. Hetta arbeiðið er farið í gongd, og Niels Winther, formaður í havbólkinum, greiddi frá hesum á fundinum í dag.

Trýst her fyri at lesa meir um Vakstrarforum.