Dagsins maður hjá KÍ, og liðskiparin, Jákup Vilhelmsen lyftir Blaðberasteypið, eftir at klaksvíkingar hava vunnið 5-1 á Víkingi – Mynd: Heri Joensen

KÍ og B36 vunnu fyrstu steypini

ítróttur18-09-2021 - 18:27 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Fríggjakvøldið vórðu ársins fyrstu steypafinalur spældar á Tórsvølli. Klaksvíkingar vunnu Blaðberasteypið, meðan B36 fór avstað við Thomas Dam Intersport steypinum.

Annað árið á rað hevur KÍ vunnið Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri U17 Dreingir. Í finaluni vunnu klaksvíkingar ein greiðan 5-1 sigur á Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ.

Málskjúttarnir hjá klaksvíkingum vóru Dávid Biskopstø Andreasen, Silas Gaard, Jákup Vilhelmsen, ið eisini varð valdur til dagsins spælara, og Jóhan Josephsen, ið gjørdi tvey mál. Einsamalla málið hjá Víkingi skoraði Jákup Andrias Thomsen.

Í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið, ið er steypakappingin fyri U21, fingu áskoðararnir spenning fyri allar “pengarnar”.

Jacob Trenskov legði NSÍ á odda tá hálvur tími var spældur, og beint fyri steðgin økti Sølvi Sigvardsen til 2-0. Tað vóru tískil mong, ið væntaðu, at runavíkingar fóru avstað við sigrinum og steypinum.

Men teir hvítu úr B36 vildu ongantíð leggja kongin, og við einum stórspælandi Sámali Johannesen í málinum, sum eisini bleiv valdur til dagsins spælara, megnaðu ungu B36’ararnir at venda dystinum í seinna hálvleiki.

Tá lítil tími var spældur minkaði Brian Slyne við brotssparki, og í 79. minutti javnaði Markus Hellisdal til 2-2. Og tá tað restaði ein minuttur av vanligu leiktíðini eydnaðist tað Rana Berg í Soylu at berja seg ígjøgnum gulu verjuna, og so var B36 brádliga á odda 3-2.

Seinastu løtuna løgdu runavíkingar nógv fyri at fáa umdyst, og tað var eisini um reppið. Tá fimm minuttir vóru spældir av tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, kom ein NSÍ’ari at standa væl fyri, men skotið brast á tvørtræið, og so endaði Thomas Dam Intersport steypið í syðra enda í Gundadali.

Skráin fyri írestandi steypafinalurnar 2021 sær soleiðis út:

24. september:
KÍ – HB/B36 (Dreingir U15)

1. oktober:
NSÍ/HB – Víkingur/FC Hoyvík (Gentur U15)

2. oktober:
HB/AB – Skála/KÍ (Dreingir U13)
KÍ/EB/Streymur – NSÍ/HB (Gentur U13)
HB/EBS/Skála – KÍ/Víkingur (Gentur U18)

6. oktober
Steypafinalan kvinnur (lutakastið til hálvfinalurnar verður í 3-2 mánakvøldið 20. september)

4. desember
Løgmanssteypið