Jonhard stillar upp fyri Borgaralistan

Politikkur26-10-2020 - 17:47 - Jóanis Albert Nielsen

 Eg eri 60 ár, eri uppvaksin og búsitandi í Sandavági. Tlf 228187.

Eri útbúgvin elektrikari, giftur við Andreu og vit eiga tvey vaksin børn.
Eg arbeiði hjá Vága kommunu sum handverkari, og siti í býráðnum. Eisini eri eg næstformaður í IRF nevndini.
Míni hjartamál eru m.a.:
Eitt vælvirkandi ungdómshús, sum er eitt stað har ung í øllum aldursbólkum kunnu koma og hava ein innihaldsríkan gerandisdag.
Eitt undirhús í Sandavági til teir eldru borgararnar.
Betri umstøður innan mentan og list.
Bátahyljarnir í Miðvági treingja til at dagførast og gerast størri.
At vinnulívið í Vága kommunu, fær góðar karmar, eisini tá nýggj, størri arbeiði verða sett í gongd.
X við Borgaralistan
X við Jonhard Joensen