Jólamarknaður í Vakstrarhúsinum í Sandavági

26-10-2020 - 18:47 - Jóanis Albert Nielsen

Leygardagin og sunnudagin 5. & 6. Desembur verður jólamarknaður í Vakstrarhúsinum í Sandavági.

Heystið av álvara komið, og áðrenn vit vita av, so eru jólini í hondum.Vit halda, at tað hevði verið eitt so frálíkt hugskot, at givið heimavirkaðar jólagávur í ár.Tí bjóða vit tykkum at koma at selja tykkara heimavirkaðu vørur á jólamarknaði í Vakstrarhúsinum hesar báðar dagarnar.

Har verða eisini jólaverkstaðir, møguleiki at taka jólamyndir, okkurt undirhald, umframt at til ber at keypa sær okkurt leskandi.

Skráin kemur út tættari uppá dagarnar.

Tú kann lesa meira um tiltakið her.

Ynskir tú at selja tínar heimavirkaðu vørur, so kanst tú skriva teg upp her, síðan fært tú eina váttan á teldupostin um at tú er uppskrivað/ur: https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=DQSIkWdsW0yxEjajBLZtrQAAAAAAAAAAAAZ__hCdUSFUNVRaTEtDRDlWWUtSQjMwQVI0NUNQWU1PWS4u

Fyriskiparnir av tiltakinum

Beinta Gudmundsen

Ragnhild Olsen