Integrasjónslóg kemur í heyst

Politikkur23-04-2021 - 20:56 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er gleðiligt, at landstýrið ætlar at koma við eini integrasjónlóg í heyst, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum staðfestir, í sínum svari upp á mín fyrispurning.

Helgi Abrahamsen sigur í svarinum, at fleiri átøk skulu gerast fyri at bjóða okkara borgarum, ið koma uttanífrá, vælkomnum.

Integrasjónssamrøður, vegleiðing og rágeving skulu verða ein nátúrligur partur av tilboðnum, sum vit bjóða. Tað sigur landsstýrismaðurin er partur av átøkunum. Tað fegnist eg um.

Tað er eisini gleðiligt, at landsstýrið ætlar sær at útvega útlendingum lættari atgongd til føroyskt undirvísing. Sum Helgi Abrahamsen vísir á í svarinum, so eru nøkur tilboð tøk, men dygdin er ov ymisk kring landið. Tí vóni eg, at arbeitt verður við at tryggja støðið allastaðni, so frálæran ikki er tengd at, hvar í landinum ein býr.

Tað er eingin ivi um, at málsligir førleikar eru avgerandi, skal ein integrerast væl í samfelagnum. Tí er mín áheitan og vón, at júst hesin parturin av integrasjónøkjunum, fær høga raðfesting.

Hetta var eisini ein av høvuðsniðurstøðunum í interasjónálitinum, ið eg fekk sum landsstýriskvinna í útlendingamálum í 2011. Skipað frálæra í føroyskum og í samfelagsviðurskiftum er neyðug, skal integrasjónin eydnast.

Talið av útlendingum, sum koma til Føroya, veksur støðugt og vit hava skyldu at geva teimum allarbestu fortreytir at koma væl inn í samfelagið.

Tí fegnist eg um, at landsstýrið ætlar at koma við eini integrasjónlóg.

Annika Olsen