Mynd: Hagstovan.

Innflutningurin methøgur

vinna18-10-2021 - 16:35 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan:

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.

Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,7 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 30% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 39%.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 8% meira er innflutt av hesum vørum.

 

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – august 2020/2021

 januar – augustmunur
 20202021mió. kr.%
Tilsamans5.288,55.735,1446,68,4
Tilsamans uttan skip og flogfør5.041,75.596,6554,911,0
Til hav- og landbúnað339,5392,052,515,5
Rávøra til fiskavirking299,7320,620,97,0
Til byggivirki576,7532,1-44,7-7,7
Til aðra framleiðslu1.180,31.225,945,63,9
Maskinur o.o. útgerð492,9686,6193,639,3
Brennievni o.t.636,6827,9191,330,1
Bilar o.o. flutningsfør353,2359,26,01,7
Til beinleiðis nýtslu1.162,81.252,489,77,7
Skip, flogfør o.t.246,7138,5-108,3-43,9