Ingvard Olsen farin, 86 ára gamal

mentan22-04-2021 - 15:37 - Jóanis Nielsen

Brádliga vóru boð eftir Ingvard Olsen 86 ára gamal. Vanliga nevndu Ingvard telefonmaðurin. Hann var ættaður úr Kvívík, og búsitandi á Glyvrum.

Jóhanna hevur mist ein góðan man, børnini ein góðan pápa, abbabørnini ein góðan abba, familja og vinir hava mist ein góðan vin.

Ingvard var sera trúfastur í øllum sínum arbeiði, og soleiðis røkti hann eisini fleiri álitisstørv fyri Sjálvstýrisflokkin og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, har hann m.a. var nevndarlimur og kassameistari í nógv ár, og sum hann røkti samvitskufult.

Leikluturin hjá Ingvar í øllum lívsins viðurskiftum verður seint gloymdur. Hann var hollur og trúfastur, og tað sermerkti hann sum menniskja, og tað eru vit sum samstarvaðu saman við honum sera takksom fyri.

Hin upprisni var ikki bara við Ingvardi gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini tá tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Jóhannu, børnum, abbabørnum, familju og vinum.

Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Ingvard J. Olsen. Hvíl í friði.

Lasse Klein