Í hesum húsinum í Elduvík vaks langomma Kaj Egon upp, hon var fødd í 1841.

Húsini har langomman vaks upp í Elduvík

mentan22-04-2021 - 16:59 - Jóanis Nielsen

 Kaj Egon Fagraberg koyrdi í dag bussin, sum vit vóru við í Elduvík, sera góður túrur, gott veður og sera hugnaligt, vit komu í prát við fólk (Konu og mann), sum búgva í Leirvík, men hava samband við Elduvík har tey nú eiga hús. 

Ímeðan vit prátaðu kom ein maður har, Kaj Egon og hann fullu í prát og funnu útav, at teir vóru skyldmenn, elduvíksingurin vísti Kaj Egon hvar húsuni, sum langomma hansara kom úr, nú eigur elduvíksmaðurin húsið og brúkar tað til úthús.

Kaj Egon Fagraberg er føddur 1952 og er miðvingur.

Kaj Egon er sonur Joen Paula Fagraberg f. 1919 og Elsu Mariu Fagraberg f. Højgaard í Rituvík.

Joen Pauli var sonur Birtu Elias f. 1877 og Christine Frederikke Michelsen úr Sandavági.

Birtu Elias var sonur Thomas Paula f. 1845 og Bergitte (Biritu) úr Elduvík f. 1841.

Eg tók eina mynd av Kaj Egon uttanfyri húsina har langomma hansara Bergitte ella Birita kom úr.

Jóanis