Mynd: LM Electric.

Hugnaløta í Vágatunnlinum

vinna12-05-2021 - 23:56 - Jóanis Nielsen

LM Electric skrivar á Facebook:

Í kvøld 12.05 var ein hugnalig løta í botinum í Vágatunnlinum ísamband við at arbeiði at umvæla Vága og Norðuroyartunnilin er liðugt.
LM Electric hevur staðið fyri arbeiðnum at installera markerings og kunstljós. Arbeiði er gjørt í tøttum samstarvið við Articon, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar, Brandur Patursson og Tunnilsfelagið. Arbeiði hevur gingið sera væl. Tíðarætlan og kostnaður hava hildið mát, sjálvt um arbeiðatíðin hevur verið knøpp og avbjóðingar hava verið við at fingið fatur á hesum serliga tilfarið sum er brúkt.
Arbeitt hevur verið um næturnar síðan fyrst í oktober, og serligur dentur hevur verið lagdur á heilsu, trygd og umhvørvi. Sjálvt um tað til tíðir kann vera avbjóðandi at arbeiða í tunnli, so hevur eingin arbeiðsvannluka verið.