Hoyvík er á veg inn

Vinna05-01-2019 - 09:01 - Jóanis Albert Nielsen
Hoyvík ið hevur roynt á makrelfeltinum vestur úr Hetlandi, fór klokkan 16 seinnapartin í gjár, at sigla móti Føroyum. Hoyvík skal landa til Pelagos í Fuglafirði, Hoyvík verður inni á middegi, men sleppir ikki framat at landa fyrr enn í annaðkvøld tí Høgaberg landar í løtuni, les hvat Høgaberg hevur her.

Hoyvík hevur henda túrin fiskað 1400 tons av makreli, støddin á makrelinum liggur um 400 gramm.