Myndin er frá seinasta venjingardysti millum Sandnes Ulf og Bryne 8. Mai 2021. Obos-ligaen byrjar 15 mai 2021. Til samans vóru 4 føroyingar á vøllinum í hesum seinasta venjingar dysti. Rógvi Baldvinson, Meinhard Olsen fyri Bryne og Ari Mohr Jónson og Gullrandur í Horni Øregaard fyri Sandnes Ulf. Dysturin endaði 1-0 til Sandnes Ulf.


Mynd: Nanco Hogstad

Gullbrandur hevur skrivað sáttmála við Sandnes Ulf

ítróttur11-05-2021 - 21:37 - Jóanis Albert Nielsen
18 ára gamli Gullbrandur í Horni Øregaard hevur skrivað sáttmála við Sandnes Ulf, sum spælur í næstbestu norsku deildini.

Eftir at Gullbrandur síðani februar mánaða í ár hevur vant við Sandnes, og venjarin var nøgdur við tað Gullbrandur vísti, valdi felagið at skrivað undir sáttmála við hann. Partarnir hava undirskrivað sáttmála árið út. 

Dagligi leiðarin hjá Sandnes Ulf sigur soleiðis, talan er um ein spennandi miðbanaspælara sum hevur styrki. Tað er gott at geva lokalum spælarum møguleikan.

Gullbrandur er heilur føroyingar. Foreldrini hjá honum eru úr Sandavági og úr Havn. Gullbrandur er tó uppvaksin í Stavanger, og hevur leikt við felagnum Hinna í Stavager.

Gullbrandur hevur leikt ein U-landsliðsdyst fyri Føroyar. Tað gjørdi hann í 2019 ímóti Norðurírlandi.

Landsliðsspælarin Ári Mohr Jónsson spælir eisini fyri Sandnes Ulf.