Gøtunes er komin á Tvøroyri við 2.100 tonsum

vinna16-09-2021 - 09:06 - Jóanis Nielsen

 Gøtunes er komin á Tvøroyri við 2.100 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Eisini er norska skipið Heroyfjord á Tvøroyri við 250 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic.