Góðskumennari til Hiddenfjord

Lýsing26-10-2020 - 17:31 - Jóanis Albert Nielsen

Vil tú vera við til áhaldandi dagføring, menning og stýring av góðsku og góðskuskipanini á góð- skingarvirkinum í Sørvági?

Vit leita eftir einum dugnaligum og framfísnum starvsfólki til okkara góðskudeild á góðskingarvir- kinum. Talan er um farloyvisstarv í 1 ár í fulla tíð. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfól- kum á góðsludeildini og øðrum á virkinum.

Arbeiðsuppgávur:
- Dagligt góðskuarbeiði á virkinum - Dagføring av góðskuskipanini
- Menna góðskuskipanina
- Aðrar uppgávur

Førleikakrøv:
- Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi akademiska útbúgving innan matvørufrøði

ella aðra viðkomandi náttúruvísindarliga útbúgving

  • - Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiðs sjálvstøðugt og í toymi

  • - Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur

  • - Hevur góðar telduførleikar

Løn og setunarviðurskiftir:
Løn og setunarviðurskiftir verða sæmbært avtalu við arbeiðsgevara. Starvið er ætlað at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Setanin er til og við 31. desember 2021.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jacobsen, góðskuleiðara, tel +298 288985 ella teldupost til laila.jacobsen@hiddenfjord.com

Umsóknarfeist er hósdagin 12. november 2020

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hid- denfjord.com