Gadus kemur á Klaksvík í kvøld

vinna26-10-2020 - 16:18 - Jóanis Nielsen

Gadus, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, kemur á Klaksvík seint í kvøld, teir hava 600 tons í flaki, sum verður landað í Klaksvík.

Tað er 32 mans við hendan túrin, skipari er Ólavur Biskupstøð.