Fyri fyrstu ferð síðan 2008 eru føroyskir tónleikarar við á størsta tónleikapalli Bretlands

22-04-2021 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri fyrstu ferð síðan 2008 eru føroyskir tónleikarar við á árliga festivalinum, Artists at The Great Escape Festival, størsta tónleikapalli Bretlands, í Brighton í Onglandi.


Festivalurin hevur valt Joe & The Shitboys, Gretu Svabo Bech and Marius DC. at umboða Føroyar í samstarvinum við FMX Faroe Music Export.

Allir tónleikararnir, sum eru við, hava fyri kortum givið út tónleik í vinnuligum høpi á bretska marknaðinum í ár, og tiltakið veitir teimum ein stórfingnan pall til tess at sambinda bretska tónleikavinnu við teirra vinnuligu felagar har.

“The Great Escape er festivalurin fyri nýggjan tónleik, ið ber tónleikarar úr øllum heiminum til bretska marknaðin. Tónleikavinnan leggur eisini upp fyri at uppdaga nýggjar talentir. Samstundis virkar stevnan lið um lið við framførslurnar í panelum, høvuðsrøðum og víðfevndum netsamstarvi”.