Mynd: Óli Horn.

Finnur Fríði landar makrel á Tvøroyri

vinna14-08-2020 - 11:21 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði kom á Tvøroyri í morgun við 150 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi, tætt norður úr føroyska markinum.

Tað at Finnur Fríði er komin við so lítlari nøgd, er tí at maskinurnar á Varðanum Pelagic skulu stillast inn - tær hava staðið stillar í longri tíð.

Gøtunes er í morgun staddur á feltinum norðanfyri, har fleiri russisk, íslendsk, grønlendsk, norsk og ES-skip eru.