Felagslistin - ein kommuna fyri øll

politikkur26-10-2020 - 23:08 - Jóanis Nielsen

English version below

Góði borgari í Tvøroyrar Kommunu
Vit fegnast um at búgva á besta stað á jørð. Fólkatalið veksur og nógvar barnafamiljur eru fluttar til kommununa. Vinnulívið blómar og arbeiði er til allar hendur, og hava vit eitt fjølbroytt mentanar– og ítróttarlív.
Vit á felagslistanum ynskja, at Tvøroyrar Kommuna skal vera ein kommuna, har trivnaðurin og hugurin at virka er í hásæti. Vit ynskja at arbeiða fyri, at øll - ung sum gomul - trívast í Tvøroyrar Kommunu. Øll skulu hava bestu umstøður at búleikast á Tvøroyri.
Hvørji eru vit:
Felagslistin er ein politiskt óheftur listi, og vit eru av tí fatan, at býráðsarbeiði ikki eigur at verða ávirkað av partapolitikki. Listin er mannaður við 11 sjálvstøðugum valevnum, ið øll eru klár at taka við ábyrgd, verða vit vald. Ongin av valevnunum á listanum er sjálvskrivað sum borgarstjóri, spurningurin stendur opin til eftir valið.
• Vit vilja vera politiskt óheft og siga tí NEI til partapolitikk í Tvøroyrar býráð!
• Vit vilja eitt rúsfrítt umhvørvi til okkara ungdóm!
• Vit vilja føra ein skynsaman fíggjarpolitikk
• Vit vilja teimum eldru virðilig kor
• Vit vilja samstarva við Bústaðir, íleggjarar og lokalar byggifyritøkur um bygging av eldraíbúðum
• Vit vilja í samstarvi við vinnulívið skapa góðar karmar
• Vit vilja raðfesta nýggjan fólkaskúla
• Vit vilja velja umhvørvisvinarligar og grønar loysnir
• Vit vilja virka fyri einari heildarætlan fyri miðbýin við denti á mentan og trivnað
• Vit vilja liðuggera kajhylin í tráð við upprunaligu ætlanina fyri økið
• Vit vilja fullføra ferðavinnupolitikkin hjá Tvøroyrar Kommunu
• Vit vilja samstarva við aðrar myndugleikar um integratión
• Vit vilja stuðla menning av einum íverksetaraumhvørvi
• Vit vilja endurskoða ferðslutrygdarætlanina fyri Tvøroyrar Kommunu
• Vit vilja framhaldandi raðfesta ítróttin
• Vit vilja halda fram við góðu gongdini innan mentanarlívið
X við lista T á kommunuvalinum hin 10. november 2020.
Dear citizen of Tvøroyri municipality.
We all enjoy the comfort of living in the best place om earth. We are experiencing an increase in population, a number of young families are choosing this municipality when looking for a place to settle. The local businesses are thriving and we are able to offer a large variety of cultural and sports activities. We, the candidates registered on the list ”Felagslistin” wish for Tvøroyri municipality continuously to be a place of prosperity. If elected, we will make an effort to shape Tvøroyri municipality into a place suited for everyone, the young as well as the old. We wish to create and maintain the best circumstances for everyone living here.
Who are we:
The candidates registered on the list "Felagslistin" share the vision that municipal work should be independent of political parties. Our list consists of 11 candidates independent of political parties. We are all ready to take on the task of becoming a member of the town council the upcoming 4 years. We all share the opinion that each of us is equally suited to head the town council, hence the decision of who is to become mayor has not been decided and remains an open question until after the election.
• We want a to create a drug- and alcoholfree environment for young people in the municipality of Tvøroyri.
• We share the opinion that the election for town council should be independent of political parties.
• We want to encourage a responsible financial policy.
• We wish the best of circumstances for our elderly citizens.
• In co-operation with ”Bústaðir”, investors and local contractors we are planning to build affordable and suited homes for the elderly.
• We wish, in co-operation with local business life to create nourishing grounds for existing and new businesses.
• We want to prioritize the building of a new and improved public school.
• We want to focus on environmentally friendly and green energy solutions.
• We want a ”finished plan” for the town center with focus on cultural activities.
• We wish to finish the ”basin” and make a place suited for boats according to the original plan.
• We wish to carry on and improve the service provided to tourists by the municipality.
• We want to widen our co-operation with outside official institutions in order to improve local integration of multi-lingual citizens.
• We want to nourish local business startups.
• We want to improve safety with regard to street traffic.
• We want to continue supporting local sports activities.
• We want to continue to nourish our rich local culture activities.
Make your vote count. Place your ”X” next to “Felagslistin” ( T ) on the election for town council on November 10th 2020