Ein útrætt hond um blokkniðurskurð

politikkur27-04-2021 - 19:07 - Jóanis Nielsen

Tíðin er væl og virðiliga búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum.

Allir flokkar siga seg vilja ein sjálvberandi búskap, uttan mun til, hvønn hugburð flokkarnir hava um Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Tí legði Tjóðveldi fram uppskot um at útslúsa blokkin eftir 6 árum.

Uppskotið legði seg eftir, at fáa semju um hetta. Mælt verður til eina skipan, ið eisini gongur teimum á møti, ið vísa á, at nýggjar inntøkur skulu koma ístaðin fyri blokkin. Uppskotið snýr seg um, at so hvørt inntøkur landsins vaksa, so verður helvitn av vøkstrinum nýttur til at minka um ríkisveitingina, meðan hin helvtin enn kann nýtast til vælferð o.a.

“Tað er ongin loyna, at stóð tað til Tjóðveldi, so skuldi blokkurin burtur skjótast til ber. Vit virka fyri einum samfelag sum byggir á inntøkur vunnar úr teirri vitan, tí tilfeingi og tí arbeiðsførleika, sum er fallið okkum føroyingum í lut. Sum borgarar í einum av heimsins bestu blettum. Men í politikki er tørvur á semjum, sum kunnu ganga tvørturum valskeið,” sigur Páll á Reynatúgvu.

Kortini velur samgongan at vísa útrættu hondini frá sær og at mæla til at fella uppskotið, uttan konstruktivari grundgeving.

“Búskaparliga gongdin hevur annars verið týðilig, síðani heildarveitingin varð lækkað og fastfryst fyri knøppum tjúgu árum síðani. Ongantíð í Føroya søgu hava vit sum samfelag lyft so stórum og mennandi verkætlanum. Havt so stóran og áhaldandi búskaparvøkstur. Og so nógv vaksandi fólkatal. Júst tað øvugta av tí, sum allar myrkar afturhaldskreftir spáddu, tá heildarveitingin varð lækkað. Greiðar tilsipingar um, at við viljanum til sjálvbjargni fylgir eisini vøkstur. Við ábyrgd fylgir eisini framburður,” sigur Páll á Reynatúgvu.

Við fastfrystingini av blokkinum í 2016 eru vit vorðin enn meira sjálvberandi. Uttan fastfrysting hevði blokkurin í dag ligið á umleið 700 mió. kr.

Í dag er blokkurin bert áleið 3 krónur av hvørjum 100 krónuseðilii vit sjálvi framleiða. Í 1997 var blokkurin 45% av fíggjarlógini – í dag er talið 11%. Livistøðið í Føroyum er farið uppum tað í Danmark, og grundarlagið fyri framhaldandi at hava danska rakstrarinnspræning í føroyska samfelagið er tí ógrundað.

Tíðin er væl og virðiliga búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum.

Tjóðveldi