Ein tilburður staðfestur í gjár

corona11-05-2021 - 12:24 - Jóanis Nielsen

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

887 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 257.843 kanningar.

669 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru seks persónar smittaðir.