Closed for Maintenance: ráða fólki frá at ganga eftir ávísum gøtum í morgin og leygardagin

mentan22-04-2021 - 13:30 - Jóanis Nielsen

Í døgunum 23. – 24. apríl fara á leið 60 sjálvbodnir føroyingar at taka lut í ársins Closed for Maintenance átaki, hvørs endamál er at varðveita og halda viðlíka útvald støð í náttúruni.

Heitt verður á øll, sum ætla sær ein túr á útvaldu støðunum hesar dagarnar, um at stuðla arbeiðinum við at halda seg frá støðunum, har arbeitt verður, í dagtímunum millum kl. 8 og 16.

Arbeitt verður á hesum støðum:

  • Á bygagøtuni Tórshavn-Kirkjubøur
  • Á gøtuni úr bygdini í Mykinesi og niðan ímóti minnisvarðanum, og á pørtum av gøtuni út á Kumlar
  • Í viðarlundini í Vági
  • Á teininum út á Borðuna í Nólsoy
  • Á bygdagøtunum úr Vestmanna til Hvalvíkar og Saksunar
  • Á bygdagøtuni ímillum Kambsdal og Skálabotn

Arbeiðsuppgávurnar fara í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.

Átakið Closed for Maintenance, ið Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið, varð hildið á fyrsta sinni á várið 2019.

Nærri lýsing av teimum seks verkætlanunum í apríl í ár sæsther.

Til ber at fylgja við arbeiðinum á Facebook síðuniClosed for Maintenance – Føroyar.

Myndir: Kirstin Vang / Visit Faroe Islands