Christina stillar upp fyri Borgaralistan

Politikkur27-10-2020 - 07:36 - Jóanis Albert Nielsen

 Eri 41 ár, uppvaksin í Havn og havi búð í Sandavági seinastu 16 árini, tlf 221699

Eri gift Tróndi, og vit eiga 3 børn í aldrinum 10-16 ár. Eg varð útbúgvin námsfrøðingur í 2006 og arbeiddi í Sóljugarði í 12 ár, bæði í vøggustovu og barnagarði. Fekk prógv sum motorikvegleiðari í 2017. Síðani juni 2018 havi eg starvast sum grassroots samskipari hjá FSF.
Brúki sera nógv av míni frítíð til ymiskt ítróttarvirksemi, bæði sum venjari og við at samskipa koyriætlanir o.a.
Míni hjartamál eru:
Børn og ung:
Dagstovnaøkið skal hava góð og virðilig kor at virka undir, og normeringin má samsvara veruliga tørvin á eini stovu, so tilboðið tekur støði í menning av barninum, og ikki bert er eitt ansingartilboð.
Frítíðartilboð til børn í skúlaaldri skulu víðkast og skipast betur. Vit eiga at seta eitt ungdomsráð fyri ung í aldrinum 15-20 ár á stovn, soleiðis at ungdómurin verður hoyrdur og hevur ávirkan á egin viðurskifti. Tey ungu eru full í hugskotum, og tað eiga vit at gangnýta.
Trivnaður:
Trivnaðurin fyri allar borgarar – frá vøggu til grøv - eigur at raðfestast hægri. Fyri mær hongur trivnaður óloysiligt saman við, at fólk eru og kunnu vera virkin – bæði kropsliga og sálarliga. At fólk í øllum aldri hava møguliga at røra seg og hava okkurt at ganga uppí – bert hugflogið setur markið.
Kommunan skal framhaldandi vera við til at varðveita og skapa fleiri trivnaðarøki í kommununi saman við borgarunum.
Ítróttur og annað sjálvboðið virksemi:
Virði og týdningurin av ítróttarligum og øðrum virksemi kann ikki gerast upp í pengum. Kommunan hevði ikki verið nógv uttan tær nógvu eldsálirnar, sum hvørt ár á ymiskan hátt brúka sera nógva tíð og orku uppá, at børn, ung – og eisini vaksin - kunnu vera partur av einum sunnum felagsskapi og undir tryggum kørmum. Vit skulu skapa góðar karmar og stuðla slíkum virksemi á besta hátt.
X við Borgarlistan
X við Christinu Ravnsfjall