
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð við 2.300 tonsum
vinna23-05-2020 - 13:21 - Jóanis Nielsen
Christian í Grótinum er áveg á Fuglafjørð við 2.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Teir verða á Fuglafirði um 3-tíðina í dag, Christian í Grótinum sleppir framat at landa, beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Teir hava roynt eystanfyri, har øll svartkjaftaskipini royna - tilsamans eini 35 skip.