Bara vit skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi

Politikkur26-04-2021 - 10:30 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag skal Løgtingið taka støðu til uppskotið hjá Tjóðveldi, um at einans Føroya fólk og Løgtingið kunnu taka avgerðir um hernaðarmál í okkara egna landi.


Einfalt snýr málið seg um, hvør ræður í Føroyum; Eru tað vit sjálvi, ið her búgva, ella kunnu onnur taka avgerðir yvir høvdið á okkum.

“Løgtingið hevur fleiri ferð áður staðið saman um slík uppskot. Tað er tí als ikki óhoyrt at flokkar og tingfólk, tvørturum andstøðu og samgongu, hava staðið saman um okkara rættindi sum fólk og land. Tí høvdu vit veruliga væntað, at uppskotið fór at verða samtykt, men nú siga samgonguumboðini seg fara at atkvøða ímóti,” sigur Hervør Pálsdóttir.

Mann kann seta einfalda spurningin til hesi tingfólk: Hví tekur mann ikki undir við hesum uppskotinum? Er tað tí, mann ikki heldur, at Føroya fólk skal hava avgerðarrættin í Føroyum? Oftani verður grundgivið, at samgongan kann ikki taka undir við andstøðuuppskotum, tí tey kosta ella tílíkt, men hetta uppskotið kostar ikki eina krónu. Hetta uppskotið staðfestir bara, at fólkið í Føroyum skal avgerða, hvat fer fram í Føroyum.

“Fólkaræði merkir, at tað er fólkið í landinum, sum hevur ræðið. Tað átti tí verið sjálvsagt, at øll stóðu saman um hetta mál. Enn hava tingfólk tíð at umhugsa og broyta støðu sína,” sigur Hervør Pálsdóttir.

Uppskotið gjørdist alt meira aktuelt, eftir at danska stjórnin kunngjørdi, at hernaðarradari skal setast upp í Føroyum. Danski statsministarin kunnaði NATO um hesa ætlan í december 2019 og í februar í ár kunngjørdi Fólkatingið á tíðindafundi, at donsk semja var gjørd um at seta radaran upp í Føroyum.

Løgtingið, okkara fólkavaldu, fingu einki at vita um hesar ætlanirnar í okkara egna landi fyrr enn eftir hesar fundir. Tað mugu vit ikki góðtaka, og tað hevur Løgtingið heldur ikki góðtikið áður.