Annika: Hetta er av sonnum ein sorgardagur

Politikkur18-10-2021 - 21:38 - Jóanis Albert Nielsen

So nógv fyri opinleikan i Tórshavnar býráð, hóast eg siti i bygginevndini fyri langhylin, so er ongin kunning komin til bygginevndina um, at meirilutin i býráðnum hevur steðgað langhylinum i Havn. I dag havi eg fingið at vita frá álítandi keldum, at skrivlig avtala varð gjørd fríggjadagin um at steðga langhylsverkætlanini. Peningur skal finnast til nýggja stórhøll og so má okkurt annað setast til viks. Hetta er av sonnum ein sorgardagur fyri føroyska svimjing og eg vóni veruliga at býráðsmeirilutin hugsar seg um og ikki koyrir hetta ígjøgnum, tað skrivar Annika Olsen á Facebook í kvøld.