
Akraberg fer nýggjan túr í morgin
vinna23-05-2020 - 13:17 - Jóanis Nielsen
Akraberg, sum seinasta túr var á rækjuveiðu í Barentshavinum, er nú riggaður til at fara á toskaveiðu, teir hava lagt veiðuna upp hjá Bergfrost í Fuglafirði - 700 tons av rækjum.
Teir fara avstað í morgin seinnapartin, teir fara í Barentshavið at royna.