14.800 kanningar og eingin nýggjur tilburður

corona02-07-2020 - 19:34 - Jóanis Albert Nielsen

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 14.800 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 8.403 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Broytt mannagongd

Í morgin verður mannagongdin viðvíkjandi kunning av kanningarúrslitum broytt. Nú verða kanningarúrslitini frá landslæknanum kunngjørd á serstakari síðu her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Trýsther.

Samstundis verður hildið uppat við at senda daglig tíðindaskriv.

Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk.