Ziska sleipaði ein bát av Norðhavinum

top13-03-2018 - 23:51 - Jóanis Albert Nielsen
Seinnapartin í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur ið var staddur norðanfyri Føroyar á Norðhavinum hevði brúk fyri hjálp.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Ziska, sum fór av Klaksvík klokkan 16:30 seinnapartin. Beint eftir klokkan 18 var Ziska hjá bátinum, og setti enda á hann. Klokkan 21:30 hevði Ziska sleipað bátin til Klaksvíkar.