Yvirskotið á fíggjarlógini er alt ov lítið

politikkur29-09-2017 - 14:07 - Jóanis Nielsen

 "Prenez garde aux enfants!" 

Fyrr í hesi vikuni kom ein greining frá Danska Tjóðbankanum um tann føroyska búskapin. Niðurstøðurnar eru í høvuðsheitum tríggjar: 

• Búskapurin er í einum hákonjunkturið, við høgum prísum á alilaksi og góðum fiskiskapi 

• Fíggjarpolitikkurin er ikki við til at javna búskaparligu menningina 

• Yvirskotið á fíggjarlógini er alt ov lítið

Gjørdi mær tann ómakin at ognað mær hesa frágreiðing, og við 2,50+ handilsbrillum setti eg meg at lesað hana, úr enda í annan. Eftir at hava plógt meg gjøgnum fyrstu fýra síðurnar, renna eyguni eftir síðu 5. Tað er ikki sørt at brillurnar hava hug til at detta langt niður á nøsina, tá eg síggi Danski tjóðbankin hevur úr føroyum fingið at vitað, at óvanligur vinningur í fiskivinnuni er 1 milliard og hetta skal verða við til at tryggja fíggjarpolitiskt haldbarið í longdini. 

Trýsti brillurnar uppá nøsina aftur, og lesið einaferð aftur. Eina heila milliard! Jú, her stendur ein milliard. Og mín sann stendur eisini hvar hesir upplýsingar koma frá: Ríksisumboðinum. Tað er bert eitt at gera; seta brillurnar væl til rættis og lesa meir. Finni fram til, at Ríkisumboði hevur sent eina frágreiðing til Føroyanevndina á Fólkatingið í 2017. Hesa finni eg fram, og har stendur at: 

Man mener, at der ligger en stor ressourcerente i de levende ressourcer, som Færøerne har ret til atfiske. Landsstyreområdet for fiskerianliggender vurderer, at der i 2015 var en ressourcerente eller overnormal profit inden for fiskeriet på omkring 1 mia. kr. fordelt med omkring 750 mio. kr. indenfor det pelagiske fiskeri, 200 mio. kr. i fiskeriet i Barentshavet og omkring 50 mio. kr. i bundfiskeriet ved Færøerne 

Eina tilfeingisrentu uppá eina milliard. Javel hugsið eg. Hetta er so í øllum førum ikki nakað eg kenni til.Ikki soleiðis uttan at hugsað meg um. Eitt sindur undrunarvert er at lesa eina frágreiðing frá Danska Tjóðbankanum, sum hevur upplýsingar frá Ríkisumboðnum, sum hevur teir frá Fiskimálaráðnum. Soleiðis er tað nú einaferð, og soleiðis eigur tað kanska at verða. Men eg kann ikki lata verða við at hugsa um hesa milliardina; er tað nakað sum eg havi yvirsæð í øllum tí dagliga meldrinum við kreditorum, debitortryggingum, goymsluleigu, debitorfígging, staðfest tab osfr. Eri eg vorðin støddfrøðiliga retarderaður sum so nógv onnur, og mist fótafesti til dagliga verðuleikan vit liva í her í landnyrðings Føroyum? Tankameldurin heldur fram, men við eitt komi eg at hugsað um, tá vit einaferð í 7. Klassa í Ósá skúlanum lærdu um Algebra, har vit lærdu at rokna við broytiligum tølum og líkningum. Haldi vit kallaðu tað fyri bókstavarokning, tí tað altíð vóru bókstavir vit roknaðu við. So seti meg at leita eftir, hvussu hendan vælsignaða tilfeingisrentan verður roknað. Og frymilin finni eg í Búskaparfrágreiðingi fyri 2014. Skal royna at seta frymilin upp: 

Hetta sær nakað búskapartekniskt út, men onkur ráðstevna hevur verið fyri DUMMIES, sum eg tíverri ikki var á, so eg má gera tað eftir tí leisti sum tey serkønu seta upp. Stutt sagt hava vit eina staðfesting sum sigur, at: Tilfeingisrenta er Virðisøking, frádrigið vanlig hýra og vanligt avkast hjá Reiðarínum. 

Nú tá eg havi arbeitt við uppisjóvarfiski nokk so leingi, so kenni eg virðisøkingina og tølini fyri avkastið av kapitalinum. Hetta eru tøl sum eru almenn tilgeingilig. Frá føroysku búskaparfrøðini er staðfest at eitt hóskiligt avkast av kapitali er 6% (Eitt tal sum eg haldi íleggjar og fíggingarstovnar heldur skulu koma við). Hetta kann útroknast frá rokniskapunum hjá viðkomandi feløgum. Tað einasta vit ikki kenna, er hvat er ein vanlig hýra, so hetta er ta einasta vit ikki kenna, so tað má roknast. Og her kemur tað væl við, at eg var í skúla tann dagin í 7. Klassa, tá vit lærdu um reglur við algebra, at býta og falda, leggja afturat og draga frá báðu megin “ = “ So latum okkum fara í gongd.

Hetta sær út til at gerast nakað tekniskt kanska, og tó so. Hetta snýr seg bert um at draga frá. Lat meg siga beinanvegin, at eg kenni bert til uppisjóvarvinnuna og lítið og onki til restina av fiskivinnuni. So lat meg halda meg til hana í høvuðsheitum.

Virðisøkingin fyri uppisjóvarflotan fyri 2015 var 886 milliónir. Hetta tal kemur frá einum umsetningi sum er 1230 mió og leypandi kostnaðum sum eru 344 mió. Vanliga avkastið er roknað til at verða 77 mio, sum er 6% av 1.277 mio. 

Nú er klárt at seta inn í frymilin, sum búskaparáði og fiskimálaráði og tann Danski tjóðbankin fyri 2015 roknað við. Eftir stendur: 

Vanlig løn = 886 – 750 – 77 

Vanlig løn = 59 mió kr.  

Hygga síggj. Hetta eru nýggir tónar í ljóða, mens søtur tónleikur er hetta ikki fyri vanliga sjómannin í øllum førum. Also hava vit í landnyringsføroyum liva av ÓNORMALARI LØN, sum er 413-59= 354 mió kr, bara fyri 2015. Trúgv tí hvør í trúgva kann, men soleiðis sær roknistykki út. Havi ikki sæð tað fyrr, men nú havi eg so gjørt mær tann ómakin at roknað tað, og hetta er góð venjing í øllum miðnámskúlum í føroyum, at fara ígjøgnum, skipabólk fyri skipabólk. Havi sjálvur roynt at hugt eftir øllum flotanum, og komi fram til, at tann ÓRNOMALA lønin í fiskivinnuni er á leið 500 mió. Og hugsið tykkum roknistykki, har ongin íleggjari leggur eina krónu í fiskivinnuna, uttan at hann fær minst 12% í avkasti, eftirsum at hon er ein há-váða vinna. Tá er ikki ein króna eftir til lønir; trúgv tí hann í trúgva vil. 6% er rentan sum Búskaparráði metir verða tann rætta til kapitalavkast. Men eitt tori eg at pástanda: 6% byggir ikki land og ei heldur nakran nýggjan skipaflota.

Tað er hugstoytt at lesa og síggja, hvussu fiskivinnan í hesum døgum verður handfarin av landstýri, frøðingum og tingfólki, uttan at hava eina hóming av hvat hon í veruleikanum snýr seg um. Enn meiri hugstoytt er at hoyra um rang-hugmyndir frá danska tjóðbankanum, sum onki hava við veruleikan at gera, og sum stava frá okkum í Føroyum. Tann sum trýr og heldur og meinar, at hetta sum eitur tilfeingisrenta, og tilfeingisgjald og uppboðssøla og hvat veit eg, ikki kemur at hava eina ógvusliga ávirkan á vinnuna má trúgva umaftur. Og so serliga tey tingfólk, Um: Tilfeingisrentan = Virðisøking – Vanlig løn – Vanlig avkast So er: Vanlig løn = Virðisøking – Vanligt avkast – Tilfeingis rentan Tøl fyri Uppisjóvarflota 2015 Mio kr Umsetingur 1.230 Leypandi kostn. 344 Virðisøking 886 Vanligt avkast. 77 Tilfeingisrenta 750 Núverandi løn 413 Vanligt avkast er 6% av einum samlaðum kapitalvirði á 1.277 mió sum burdu havt eitt sindur til yvurs fyri teirra nærumhvørvið. Tá Ríkisumboði við upplýsingum til Føroyanevndina og víðari til Tjóðbankan kemur við upplýsingum, sum koma úr okkara egna fiskimálaráð, um ein tilfeingisrentu á 750 mió; ja so havi eg ikki annað at fyrihalda meg til at hetta er so. Og eitt veit eg; um tilfeingisrentan skal koma nær námind 750 mió, við verðandi høgu kvotum, so skulu hýrurna niður við meir enn 350 mió kr, ella tætt við 0, og tá hevur reiðarin skarva sín vinning niður á 6%, sum stevnir móti hóttafallið. Og tað kemur at svíða, so dyggiliga. Og bert har, sum hýrurnar eru; í landnyrðings Føroyum.

Jú hetta minnir meg um ævintýrið hjá H.C. Andersen “Det er ganske vist”. Um hønuna, sum pikkaði eina leysa fjøður, sum stóð og peiðaði út, og hevði á orði: “Jú meir eg pikki mær, ja jú lekrari gerist eg”. Og sum tað nú einaferð er í hesi verðini, so lurta vit, og tó lurta vit ikki. Og hønan, sum lá við síðuna av og kundi ikki sovnað, vakti næstu hønu og mátti líka siga við hana, at nú var tað ein høna, sum vildi pilka fjaðrarnar av, tíð hon vildi tekkjast hananum. Og restina av søguni kenna vit. Tá søgan hevði verið runt í grannalagnun, var fjøðurin blivin til 5 spilnaknar hønir, um pikkaðu seg til deyða, tí ongin av teimum fekk hanan. “Tað er heilt víst” fortaldi hønan, sum hevði frætt um søguna, og hinar hønurnar reistu fjaðrarnar, og sjálvt hanin lat reykin falla.

Men Uglan, so vís sum hon var, hevði eisini hoyrt søguna í grannalagnum, men tá hon fortaldi søguna víðari, viðmerkti hon: "Prenez garde aux enfants!" Hetta er als ikki fyri børn.

Hvussu milliardin skal verða til veit eg ikki, men leiðin hartil er als ikki fyri børn. Tær fyrstu 300 milliónirnar eru longu í Fíggjarlógini fyri 2018. Og tann sum heldur at 300 mió ikki fara at fáa eina neiliga ávirkan á økið í Føroyum har tær verða tiknar frá; Ja um viðkomandi ikki trýr uppá hønir, so trýr viðkomandi við vissu uppá Jólamenn. Men kanska Kringvarpsfokusið á Katalonia hesa seinastu vikuna fer at geva íblástur til Landnyrðings Føroyar!

Á Mikkjalsmessu 2017, Pól Huus Sólstein

P.S. Ices er júst í hesi løtu komin við síni tilráðing til uppisjóvarkvoturnar fyri 2018:

Sild: 546 túsund tons í 2018, móti 646 túsund tons í 2017 ( -100.000 tons) 

Makrelur: 550 túsund tons í 2018, móti 857 túsund tons í 2017 ( -307.000 tons) 

Svartkjaftur: 1.387 túsund tons, ið er á leið tað sama sum í 2017