Yngul- og ætikanning 2019

Vinna16-07-2019 - 17:56 - Jóanis Albert Nielsen

Hav.fo: Í seinnu helvt av juni var Magnus Heinason á yngul- og ætikanning á Landgrunninum og Føroyabanka. Hetta eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í vár, umframt ta pelagisku vistskipanina undir Føroyum. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá fiski og sjófugli.

Sum heild var lítið av yngli í ár í mun til onnur ár, tó at 2018 eisini var eitt vánaligt ár. Yngulin var smáur í mun til onnur ár og tað er vanligt, tá tað er lítið til av yngli.

Á Landgrunninum vóru nøgdirnar av toski, hýsu, nebbasild og hvítingsbróðri minni enn miðal. Hinvegin var væl av hvítingi í mun til onnur ár.

Á Føroyabanka var somuleiðis lítið av toski og hýsu. Men væl var av hvítingi og serliga hvítingsbróðri og nebbasild. Nøgdirnar av yngli á Bankanum eru tó næstan altíð minni enn á Landgrunninum.

Undanfarin ár hava víst, at eitt greitt samband er millum gróður og tey hægru liðini í føðiketunum á Landgrunninum. Í ár er gróðurin á Landgrunninum tætt við miðal. Várgróðurin kom tó seint og hann vaks ikki rættiliga fyrr enn í juni. Sannlíkt er, at tann seini várgróðurin kann hava darvað yvirlivilsi og vøkstri av fiskalarvum í mai mánað.

Væl var av djóraæti, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Reyðæti, sum hevur týdning sum føði hjá fiskalarvum seint í mai og eisini í juni, var sum heild smátt á Landgrunninum, helst tí at nøringin er byrjað seint, orsakað av tí seina várgróðrinum.

Les túrfrágreiðingina her.