Voxbotn verður 20. og 21. august

mentan03-08-2021 - 14:32 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv:

Endiliga grønt ljós frá mynduleikunum.

Korona útsetti Voxbotn 2020, og somuleiðis hevur verið óvist um Voxbotn 2021 nakrantíð fór at síggja dagsins ljós. Men nú ber aftur til at halda stórfingin tiltøk, og tí verður við hesum boðað frá, at Voxbotn 2020 verður hildið fríggjadag 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygardag 21. august.

Tað verður rimmar tónleikaveitsla í Vágsbotni í Havn vikuskifti 20. og 21. august. Tá eru 10 ár liðin síðan Voxbotn tiltakið var á fyrsta sinni, og tað verður feiðrað við tveimum døgum av tónleiki. Fyrireikarnir lova áhoyrarum eitt frálíkt bland millum nýtt og eldri, føroyskt og útlendskt.

10 ára jubileum

Tað eru 10 ár síðan Voxbotn pallurin á fyrsta sinni tendraði hátalararnar. Ungfólki í Føroyum tóku beinanvegin konsertdagin til sín, og serliga vóru nýklaktu pisurnar sjónligar í mannamúgvuni. Í dag er Voxbotn fyri øll; ung sum gomul. Børnini fáa nógv pláss á skránni, og har er tónleikur og onnur tilboð til allar aldursbólkar. Konsertdagurin setur dám á býin, og er vorðin inngrógvin partur av føroyska summarinum.

Fyri at hátíðarhalda jubileumið, hava fyriskiparnir roynt at endurskapað nakrar av teimum størstu succesunum sum hava verið á Voxbotn ígjøgnum tey 10 farnu árini. Í næstum verður kunnað um hvørji tónleikanøvn verða á skránni báðar dagarnar.

Voxbotn 2020 og Voxbotn 2021

Formliga verður Voxbotn 2020 fríggjadag 20. august. Øll atgongumerki, ið eru keypt til Voxbotn 2020 eru galdandi til konsertdagin 20. august. Enn eru 700 atgongumerki eftir til Voxbotn 2020. Um ein ynskir at fáa peningin endurgoldnan, kann hetta avgreiðast umvegis www.voxbotn.fo áðrenn 11. august.

Atgongumerki til Voxbotn 2020 og 2021 kunnu keypast fríggjadagin 6. august kl. 16.00 á ebillett.fo.