Vørn søkir eftir kokkum

Lýsing19-03-2017 - 13:54 -

Tvey størv, sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys til setan umleið 5.mai og umleið 11.august 2017.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Matgerð og proviantering.
  • Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
  • Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og Trygdarhondbókini.

Førleikakrøv:

  • ·Vinnubræv sum skipskokkur.
  • ·Heilsuváttan
  • ·Trygdarskeið fyri sjómenn

Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari er ein fyrimunur. Dentur verður annars lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir:

Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er kokkur.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við:CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 3. apríl 2017 kl. 14.00.

Umsóknin skal sendast til :journal@vorn.fo ella Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.Henda lýsing er eisini á heimasíðuniwww.vorn.fo