Vón sleipaði ein útróðrarbát inn í gjár

vinna20-02-2020 - 07:58 - Jóanis Albert Nielsen
Um 8-tíðina í gjáramorgunin fekk MRCC eina fráboðan um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp norðanfyri. 

Bjargingarbáturin av Eiði - Vón - var tættasti bjargingarbátur, og setti kós til bátin ið hevði brúk fyri hjálp. Útróðrarbáturin var tá staddur nakað norðanfyri Eiðiskoll. Vón var hjá bátinum klokkan 08:26.

Vón sleipaði bátin til Eiðis, og var har um klokkan 09:30.

Týsdagin sleipaði Tjaldrið ein útróðrarbát til Klaksvíkar, og mánadagin hevði Vón eisini eina uppgávu.