VÓN slapp ikki á bátastevnu

27-05-2018 - 09:21 - Jóanis Nielsen

 Um miðdagsleitið í gjár, tá eiðismenn gjørdu seg klárar at fara á bátastevnu við bjargingarbátinum "Vón", komu boð til MRCC frá einum glastrevjabáti, ið var staddur norður úr Kallinum, at hann hevði fingið maskintrupulleikar og bað um sleip. 

Einasti og nærmasti bjargingarbátur tá, var Vón. Allir aðrir vóru longu farnir á Bátastevnu. 

Hálvan tíma seinni var Vón hjá bátinum og tók hann upp á sleip til Klaksvíkar. Vón var aftur á Eiði umleið kl. 17:30, men tá var ov seint at fara til Vestmannar. Men tað gjørdi minni. 

Teir fingu hjálpt, har ið hjálp trongdi til. Og eitt sleip er ikki av vegnum.