Vón bjargaði 14-ára gomlum sum var komin í havsneyð

top12-01-2019 - 17:29 - Jóanis Albert Nielsen

Um middagsleitið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein 14 ára gamal drongur var komin illa fyri útfyri Tjørnuvík. Drongurin var farin saman við øðrum at surfa í Tjørnuvík, men hann megnaði ikki at koma uppá landa aftur, og tók streymurin hann.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum hjá Eiðis bjargingarfelag, og manningin á Vón gjørdi rættliga skjótt av. Portal.fo skrivar at Vón fekk boðini klokkan 12:31, og 12 minuttir seinni var drongurin bjargaður umborð á bjargingarbátin Vón.