VOLVO Kring Føroyar: Helgi W. Olsen vann í dag

Ítróttur27-07-2014 - 03:59 - Jóanis Nielsen

 Kappingin VOLVO Kring Føroyar 2014, sum í dag var súkklað í Suðuroy, gjørdist eins spennandi, jøvn og hørð, sum undanfarnu kappingar hesa vikuna.

Í dag kom Helgi W. Olsen fyrstur um málstrikuna - bert brøkpartar av sekundi frammanfyri Torkil Veyhe, sum hevur vunnið allar hinar dagarnar.

Hjá kvinnum gjørdist Lisette Rosenbeck aftur vinnari, hon hevur higartil vunnið allar kappingarnar.

Hjá kvinnuunglingum er Elsa Berg einasti luttakari, hon súkklaði aftur væl í dag.

Hjá mansunglingum vann Søren Hjalte Steinhólm 4. dagin á rað.

Í bólkinum Motionistar gjørdist Jákup Hentze Apol vinnari í dag.

3 endaðu á sjúkrahúsi LES HER:

Úrslitini í Meistarabólkinum: 110 km.

Helgi W. Olsen.................................3.44.32

Torkil Veyhe ...................................3.44.33

Bjarke Vodder Nielsen.......................3.45.13

Alexander Brøchner..........................3.46.56

Gunnar Dahl Olsen............................3.47.18

Florian Schneider.............................3.52.23

Miroslaw Adam Zyre..........................3.52.23

Sverri M. Edvinsson..........................4.08.39

Dávur Magnussen.............................4.12.44

Jóanis Albert Nielsen........................4.12.51

Áslakk Nesá....................................4.26.02

Bogi Kristiansen..............................4.28.23

Jógvan Debess Hoygaard...................DNF

Terje Mollestad...............................DNF


Kvinnur: 110 km 

Lisette Rosenbeck..........................4.08.38

Súsanna Skylv................................4.28.23

Elsa Berg - Kv.unglingi......................2.18.43


Unglingar:

Søren-Hjalte Steinhólm....................2.16.16

Rúnar Bogason...............................2.28.27

Tóri Thorleifsson............................2.28.47


Motionistar:

Jákup Hentze Apol.........................2.17.10

Evald Rasmussen............................2.17.56

Henry Berg...................................2.20.01