Vøluspá í nýggjari umseting

14-11-2017 - 22:21 - Jóanis Albert Nielsen

TÍÐINDABRÆV FRÁ MENTUNARGRUNNI STUDENTAFELAGSINS

Tíðindaskriv

VØLUSPÁ í nýggjari umseting

Við formála og við navnalista og frágreiðing til einstøk ørindi

Vøluspá, hetta viðgitna norrøna meistaraverkið, hevur Heðin M. Klein nú endurumsett úr fornnorrønum máli, og Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur bókina út.

Permumyndina hevur Bárður Jákupsson evnað til.

Vøluspá, t.e. vølvunnar spádómur, er norrønt eddukvæði, úr teirri sonevndu Eldru Eddu. Eddukvæðini, sum eru guda- og hetjukvæðir, vera hildin at verða til frá umleið ár 700 til ár 1000 f. Kr., og summi, eitt nú Vøluspá, eru í sínum endaliga skapi kanska upp aftur yngri. Eingin veit, hvør hevur yrkt Vøluspá ella onnur eddukvæðir, sum á fyrsta sinni vórðu skrivað upp í Íslandi í 1200-talinum.

Vølvan ella spákonan, sum í kvæðinum veit um alt, bæði tað farna og tað komandi, greinar við støði í norrønari skapanarsøgu og gudalæru, frá alheimsins og lívsins uppruna og enda, ragnarøkum, og at enda eini trilvandi nýbyrjan, ið mong halda vera ávirkað av kristindóminum. Vølvan spáar, har av navnið.

Alment er Vøluspá viðurkent sum eitt tað fremsta kvæðið í Eldru Eddu.

Mong halda, at júst hetta kvæðið, við sínum sjónborna útsýni og dýpdarsýni, ber av øllum hinum.

Kvæðið er eitt fornnorrønt ískoyti til heimsbókmentirnar.

Umsetarin hevur skrivað ein upplýsandi formála um Vøluspá, og aftast í bókini eru navnalisti og upplýsingar til einstøk ørindi í kvæðinum.

Vøluspá er 52 blaðsíður og kostar 148 krónur.

Mentunnargrunnur Studentafelagsins gav út