Vodafone skapar kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum – og lækkar aftur prísin

Vinna08-11-2017 - 08:56 - Jóanis Albert Nielsen

Í farnu viku lækkaði Vodafone Føroyar prísirnar á breiðbandi til privat húski og hækkaði samstundis ferðirnar fyri at bjóða Føroya skjótasta og bíligasta breiðband. Nú lækkar Vodafone aftur prísin og heldur harvið fram at skapa kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

Vodafone Føroyar hevur sett sær sum mál at skapa kapping og lækka prísirnar á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Og at kapping er góð fyri føroyska fjarskiftiskundan fekst aftur sjón fyri søgn í farnu viku, tá prísirnir á breiðbandi lækkaðu, og Vodafone samstundis kom út við hægstu breiðbandsferðum á marknaðinum.

Í dag lækkar Vodafone so enn einaferð prísirnar á breiðbandi til privat húski soleiðis at prísurin á hægstu ferðini 100/20 fer niður í einans 526 krónur um mánaðin. Hetta er 103 krónur bíligari enn tilsvarandi 100/10 haldið hjá Føroya Tele og gevur tvífalt so skjóta upload ferð.

“Vit ynskja at lækka prísin á breiðbandi enn meira. Men enn eru okkara prísir fyri at koma framat undirstøðukervinum hjá almenna netfelagnum hjá Føroya Tele ov høgir til at Vodafone kann bjóða føroyingum internet til teir somu lágu prísir ið londini rundan um okkum hava. Vit hava støðugt lækkað fartelefon og farnet prísirnar soleiðis at hesir nú liggja millum teir bíligastu í norðurlondum, men á breiðbandinum stríðast vit enn við ov høgar heilsøluprisír frá almenna netfelagnum”,sigur Rói B. Poulsen, privatkundastjóri á Vodafone.