Vitjan úr Rumenien

mentan03-01-2017 - 11:41 - Jóanis Nielsen

Á møtinum í Ebenezer mikukvøldið 4. januar kl. 20.00 vitjar Alina Luliana, sum er leiðari fyri Reyða Krossi í økinum Hunoduara í Rumenien.

Alina hevur í mong ár virka sum tulkur hjá føroyingum, sum hava ferðast í økinum við hjálpararbeiði.

Hon kemur at greiða frá vakra landinum Rumenien og hvussu hjálpiarbeiði úr Føroyyum ger ein stóraan mun fyri fólkið har.

Sum eitt úrslit av hjálpararbeiðinum í Rumenien, er eitt vælvirkandi barnaheim sett á stovn, umframt at ein skúli er byrjaður í økinum. Eisini eru samkomuhús bygd, sum eitt úrslit av hesum arbeiði.

Alt hetta og ymiskt annað verður sagt frá á møtinum mikukvøldið kl. 20.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.