Vitjan úr Neskaupstaði

Mentan19-07-2018 - 20:25 - Jóanis Albert Nielsen

Vága kommuna: Drúgt samstarv hevur verið millum ítróttarfeløgini SÍF úr Sandavági og Tróttur úr Neskaupstaði. Eisini vóru Neskaupstaður og Sandavágur vinabýir. Hetta samstarv byrjaði, tá SÍF vitjaði í Íslandi fyri 50 árum síðan. Síðan hevur verið vitjað regluliga annaðhvørt ár í Sandavági og annaðhvørt ár í Neskaupstaði.

Í sambandi við,at 50 ár nú eru fráliðin, vóru Jói og Jenny úr Neskaupstaði og vitjaðu í Sandavági á Vestanstevnu.

Mánadagin aftaná Vestanstevnu vitjaðu tey á býráðsskrivstovuni í Sandavági til ein betri bita. Her hittu tey býráðslimir úr Vága kommunu.

Undir borðhaldinum var m.a. tosað um, hvussu eitt framtíðar samstarv kundi skipast. M.a. var nevnt, at skúlaflokkar fingu samband og blivu vina flokkar, eisini var tosað um musikkskúla ella talv felagið - møguleikarnir eru nógvir - tó bleiv ongin niðurstøða gjørd.