Vitan til varandi aling 2021

vinna23-02-2021 - 08:52 - Jóanis Nielsen

Fiskaaling:


NetráðstevnanVitan til varandi aling 2021verður 5. mars. Endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri alivinnuna. Tað er P/F Fiskaaling, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Vitan til varandi alingverður skipað sum ein netráðstevna, har øll áhugað kunnu luttaka.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild. Dentur verður lagdur á evnini: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og um Fiskavælferð.

Flestu fyrilestrarnir verða á føroyskum, meðan nakrir fáir verða á enskum, norskum og donskum.

Skráin er skipað við trimum blokkum á uml. 1½ tíma:

Kl. 09.00 - 10.15 BURÐARDYGG NÝTSLA AV FIRÐUM

  • Flokkingarskipan til botndjórakanningar, Heidi S. Mortensen, Fiskaaling
  • eDNA nyttuvirði fyri alivinnuna Ian Salter, Havstovan
  • Skaðiligar algur, Ása Jacobsen, Fiskaaling
  • Hvor langt driver kjemikalieutslipp fra et oppdrettsanlegg? Pål N. Sævik, Havforskningsinstituttet
  • Modellering – nýtsla í alivinnuni? Sissal V. Erenbjerg, Fiskaaling/Københavns Universitet

Kl. 11.00 - 12.15 LÚS

  • Hvar og á hvørjum dýpi finna vit laksa- og seiðalús, Gunnvør á Norði, Fiskaaling
  • Lakselus adferd og effekter på smitte,Sussie Dalvin,Havforskningsinstituttet
  • Smittutrýst og forsagnir, Tróndur J. Kragesteen, Fiskaaling
  • Lúsateljingar og lívfrøðilig lyklatøl, Rúni Dam, sp/f Avrik
  • Trivnaður hjá føroyskum sjósílum við atliti til lús, Kirstin Eliasen, Fiskaaling

Kl. 13.30 - 15.00 - FISKAVÆLFERÐ

  • Biomarkers: What? and Why? Amanda Vang, Fiskaaling
  • Biomarkørar frá táknusvabum – ikki-deyðiligt amboð til forsøgnir, Kim S.G. Bergkvist, Fiskaaling
  • Bakkafrost um fiskavælferð, Jonhard Eysturskarð, Bakkafrost
  • Fiskaheilsubarometrið, Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvstovan
  • Hiddenfjord um fiskavælferð, Esbern Patursson, Hiddenfjord
  • Rognkelsi - vælferð og føðsla, Jessica Di Toro, University of Stirling/Fiskaaling

Trýst her fyri at síggja alla skránna.

Meðan ráðstevnan fer fram, kunnu luttakarar senda inn spurningar til framløgurnar. Fyrilestrarhaldararnir svara í beinleiðis sending við endanum á hvørjum blokki í skránni.

Tilmelding er ókeypis, og skal gerast við at senda teldupost tilernst@fiskaaling.foáðrenn 4 mars.