Vit vilja gera mun 2017

politikkur23-03-2017 - 12:46 - Jóanis Nielsen

Almannaverkið bjóðar inn til ráðstevnuna "Vit vilja gera mun", har sjóneykan verður sett á almannaøkið í Føroyum, og á avbjóðingarnar hjá ungdómi at fóta sær í føroyska vælferðarsamfelagnum

Fríggjadagin 5. mai 2017 verður ráðstevnan "Vit vilja gera mun 2017" í Norðurlandahúsinum, har almenningurin, samstarvsfelagar, avvarðandi, borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum verða boðin til ein kveikjandi dag um virkisøkið hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið er ein týðandi súla undir føroyska vælferðarsamfelagnum. Triðja hvør almenn króna fer umvegis Almannaverkið til ymsu avrikini hjá stovninum, sum á hvørjum ári veita tænastur til fleiri enn 17.000 føroyingar. Stóri leikluturin í føroyska samfelagnum setur Almannaverkinum krøv um opinleika og luttøku.

- Vit halda, tað hevur stóran týdning at savna nýggjastu vitanina, at leggja hana fram til øll áhugaði í Føroyum, og ikki minst at skifta orð um sosial viðurskifti í Føroyum. Tí skipa vit fyri ráðstevnuni "Vit vilja gera mun 2017", sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Á skránni verða eitt nú fyrilestrar um, hvussu sosialu tænasturnar gera mun og hvussu tær verða í framtíðini. Har verður greitt frá, hví vit skulu vera varin við hugtakinum sosialur arvur, fyrilestrar um sjálvsavgerðarrætt, um álit og eftirlit, ADHD og hvussu harðskapur kann fyribyrgjast á stovnum.

Neyðugt at savna og deila vitanina

Almannaverkið skipaði fyrstu ferð fyri ráðstevnuni "Vit vilja gera mun" í 2015, tá Almannaverkið varð 40 ár. Ráðstevnan hevði tá til endamáls at hátíðarhalda 40 ára dagin, men eisini at skipa fyri einum degi, har almenningur, fakfólk, avvarðandi og politikarar fingu nýggja vitan, íblástur og høvi at skifta orð um almannaøkið.

Á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun 2017" verður dentur lagdur á fakligan íblástur, vitanarumbýti, fyrilestrar og framsýningar. Men neyðugt er eisini at skifta orð um støðuna hjá føroyskum ungdómi í komandi tíðum.

Altjóða broytingarnar, sum kunningarsamfelagið hevur við sær, raka eisini í Føroyum og vit síggja eina vaksandi gjógv millum tey ungu, sum fóta sær í eini alt meira altjóða- og kappingarkendari verð og tey ungu, sum ikki finna sín veg í lívinum.

Undir heitinum "Vit missa ungdómin!" leggur Almannaverkið upp til eitt spennandi og neyðugt kjak um støðuna hjá ungum í vælferðarsamfelagnum Føroyar.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Nærri verður kunnað um skrá seinni.