Vit skulu kappast við aðrar tjóðir

politikkur21-08-2019 - 09:13 - Jóanis Nielsen

“Vit skulu kappast við aðrar tjóðir, vit skulu ikki oyðileggja fyri hvønn annan”

Tað er beinleiðis skeivt, tá tað í tí almenna kjakinum ofta verður sagt at vit kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum—vit liva øll av inntøkunum sum koma inn í samfelagið úr útlondum, fyrst og fremst frá útflutningi, staðfesti Magni Laksáfoss í PhD-ritgerðini hann vardi á Roskilde Universitet í mai í ár. “Vit liva øll av útflutningi,” skrivar hann í blaðnumSjógvur & Fólk,sum júst er komið út á fimta sinni.

Blaðið liggur tøkt á netinum (www.SJOGVURogFOLK.com) og verður borið út ídag 21. august við Posta til øll húski í landinum.

Á forsíðuni heitir Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, á landsins politikarar um at avtaka uppboðssøluna av fiskirættindum, sum hann kallar “totalt miseydnaða” fyri fiskivinnuna og tey sum sigla við fiskiskipunum. Formaðurin í Føroya Fiski­mannafelag, Jan Højgaard, tekur undir við áheitanini.

ĺ aðrari samrøðu við blaðið sigur Kaj Johannessen, reiðari á Enniberg: “Vit skulu kappast við aðrar tjóðir, vit skulu ikki oyðileggja fyri hvønn annan.” Hann ávarar um at uppboðssølan av fiskirættindum ger at stórur partur av avlopinum í tí føroysku vinnuni fer til at kappbjóða um rættindi at fiska.

Fóru vit frá einari marknaðargrundaðari skipan til politiska útlutan, spyr Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur í stórari greining undir yvirskriftini “Soleiðis fer ein nýskipan í fisk.” Jógvan Mørkøre skrivar at ideologiseringin av fiskivinnupolitikkinum er til skaða fyri vinnuna og samfelagið, at armslongdar meginreglan má innførast av nýggjum, og at vit í fiskivinnuhøpi eiga at ansa eftir at ikki samantvinna vinnupolitiskar og sosialpolitiskar spurningar. Samfelagsfrøðingurin vísir á at ein tilfeingisrenta kann staðfestast í pørtum av fiskivinnuni, men at hendan er sera torfør at áseta neyvt; hann mælir til eitt hóskiligt tilfeingisgjald sum stýringsamboð fyri vinnupolitikkin, og at peningurin ið kemur inn frá hesum fer í serligan grunn heldur enn at verða tikin inn í raksturin av landskassanum.

‘Ávísar avmarkingar’

Fiskivinnan og alivinnan eru nær skyldar upp á nógvar mátar og báðar eru partur av fiskavøru ídnaðinum, vísir Hanus Hansen á í samrøðu viðSjógvur & Fólk; tó hava hesar vinnur sera ymiskar treytir at virka undir í Føroyum, ikki minst tá tað kemur til avgjøld til landskassan og longd á rættindum.

Nevndarformaðurin í Varðanum, Dávid Jacobsen, vísir á at tann føroyski fiskiflotin er við at dragna afturúr álvarsliga í mun til okkara kappingarneytar—meðan norðmenn, íslendingar, grønlendingar og onnur byggja nýtt í heilum, brenna vit inni við óneyðuga orkudýrum og dálkandi skipum.

Eitt skifti hendir í løtuni innan maskintøkni á skipum, og tað er neyðugt at endurnýggja fiskiflotan nú meðan høvi er, sigur stjórin á Thor, Hans Andrias Kelduberg—tað ræður um fyri føroyingar at ikki endurtaka mistakið við koltrolarunum sum komu í 1950unum, leggur hann afturat.

Fiskiflotin má endurnýggjast, men nýhugsan krevst í mun til føroyskt skipasmíð—møguleikarnir fyri menning her eru ov stórir til at lata fara framvið, sigur Klaksvíkar Sleipistøð, ið saman við øðrum hevur sjósett átakið ‘Dygdarskip’.

Aðrastaðni í blaðnum sigur Johnny í Grótinum, sum var formaður í Nýskipanar­nevndini, at váðafús altjóða fígging ger okkum ríkari sum land; hann mælir til “ávísar avmarkingar” heldur enn fult forboð fyri útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni á sjónum.