- Vit hava útsett at byggja Sjóvinnustýrinum nýggj hølir í Vágum

Politikkur08-10-2018 - 07:33 - Jóanis Albert Nielsen

Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum varð lagt fram 28. september 2018, hevur samgongan valt at drýggja nakrar íløgur nakað, tí nógv ferð er á búskapinum. Fyri byggivinnuna merkir tað, at tað er torført at útvega arbeiðsmegi, og kostnaðurin fyri byggiarbeiði er tí eisini methøgur. Sjálvsagt er lættast at útseta nakrar byggiíløgur, har byggingin ikki enn er byrjað, og tí er bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum ein teirra, har nakað minni verður sett av til íløgu í 2019. 

Skrivstovubygningurin hjá Sjóvinnustýrinum kemur tí sannlíkt at standa liðugur eitt sindur seinni enn upprunaliga ætlað. Tó skal sigast, at um upphitaða støðan í byggivinnuni hæsar av, so ber til at seta ferðina upp, t.d. soleiðis at størri játtan kann fáast til vega í 2020, enn tað framgongur av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019. Hendir tað, kann upprunaliga tíðarætlanin fyri, nær bygningurin skal standa liðugur, haldast. 

Tað er undir ongum umstøðum grund til at sáa iva um, at Sjóvinnustýrið frameftir kemur at húsast í nýggjum hølum í Vágum. Sum landsstýrismaður havi eg tryggjað, at peningur er settur av til verkætlanina, eisini í 2019, og eg havi longu í vár heitt á Landsverk, sum kemur at standa fyri byggingini, um at fara undir fyrireikandi arbeiðið, les alt svari hjá Poul Michelsen her.