Visitatorar til Heimatænastuna í Vágum

Vinna05-10-2017 - 07:14 - Jóanis Albert Nielsen

Okkara visitator er farin frá vegna aldur, og hava vit valt at skipa starvið í tvey størv ½ tíð. Bæði størvini fevna um visitatión og fyribyrgjandi heimavitjanir. Størvini kunnu, um ynski er um tað, uppnormerast við øðrum uppgávum.

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Visitator skal meta um tørvin hjá borgarum, sum hava brúk fyri tænastum. Ein týðandi partur av arbeiðnum er at tryggja góða og rætta fyrisiting mótvegis borgarum og avvarðandi, eitt nú við at lýsa og skjalprógva tørvin, hoyra viðkomandi partar og grundgeva sakliga fyri teimum avgerðum, ið verða tiknar.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at lýsa og greina funktiónsstøðið hjá borgaranum, umframt at visitera til røkt, viðgerð og tilboð í kommununi. Visitator visiterar eisini til ansingarsamsýning og ráðgevur upptøkunevndini. Tætt samband er við útpakkaran, sum umsitur visiteraðar tænastur.

Umframt at visitera, skal viðkomandi skipa fyri fyribyrgjandi heimavitjanum og miðvíst skipa og menna fyribyrgjandi heilsutænastur og heilsustimbrandi átøk.

Førleikakrøv

Útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur við í minsta lagi 2 ára starvsroyndum er eitt krav. Annað starvsfóklið skal harumframt hava útbúgving sum demenssamskipari. Kunnleiki til fyrisiting er ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Starvið er skipað í fyrisitingini og vísir til leiðaran av Heimatænastuni.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Sjúkrarøktarfrøðifelag Føroya.

Upplýsingar um størvini

Vit vísa til starvsprofilin á heimasíðum hjá Vága kommunu www.vaga.fo og Sørvágs Kommunu www.sorvag.fo

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Halldis Joensen leiðara, á tlf. 793201

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar:htv@htv.fo

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 16 oktober 2017 kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.

Starvs- og persónsprofilur

Visitator og fyribyrgjandi heimavitjanir

Inngangur

Hesin starvs- og persónsprofilur lýsir uppgávurnar í starvinum og krøvini, ið verða sett til førleikar og persónligar eginleikar. Endamálið er at geva umsøkjarum eina meira fullfíggjaða mynd av starvinum og tí, sum Heimatænastan væntar sær av visitator og fyribyrgjandi heimavitjanum.

Starvs- og persónsprofilurin er grundalag undir viðgerðini av umsóknum, tá størvini verða lýst leys. Profilurin skal tá tryggja, at Heimatænastan og umsøkjarar hava eina felags mynd av starvinum og væntanum til starvið, so sannlíkindini fyri, at setanin eydnast væl, eru betur.

Um Heimatænastuna í Vágum

Tænastunar eru skipaðar eftir Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014.

Endamálið við tænastunum er, at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna førleikar, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Talan er um eina samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt verða 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Tænastan tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka. Tænastan skal sum útgangsstøði gera tað gjørligt at vera heima longst gjørligt, og veita borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu.

Bygnaður

Eldraøkið varð lagt Vága- og Sørvágs kommunu at umsita 1 januar 2015. Stýrið fyri

Heimatænastuna í Vágum er valt kommunalt við 3 limum frá Vága Kommunu og 2 limum frá

Sørvágs Kommunu. Stýrið setur leiðaran. Leiðarin setur visitator og starvsfólk til fyribyrgjandi heimavitjanir í samráð við stýrið.

Í løtuni starvast tilsamans 73 fólk í Heimatænastuni í Vágum. Talan er um 54 ársverk. Umleið 150 fólk fáa tænastur.

Um starvið

Vit hava vit valt at skipa økið soleiðis, at visitatión og fyribyrgjandi heimavitjanir eru løgd saman í eina funktión. Vit søkja tí eftir 2 starvsfólkum ½ tíð. Størvini kunnu, um ynski er um tað, uppnormerast við øðrum uppgávum.

Tey settu skulu verða sjúkrarøktarfrøðingar.

Visitator skal meta um tørvin hjá borgarum, sum hava brúk fyri hjálp. Aðalmálið er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Ein týðandi partur av arbeiðnum er at tryggja góða og rætta fyrisiting mótvegis borgarum og avvarðandi, eitt nú við at lýsa og skjalprógva tørvin, hoyra viðkomandi partar og grundgeva sakliga fyri teimum avgerðum, ið verða tiknar.

Visiterast kann til rehabilitering, venjing, heimahjálp, umlætting, røktarheim, matartænastu, dagtilboð og annað.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at lýsa og greina funktiónsstøðið hjá borgaranum, umframt at visitera til røkt, viðgerð og tilboð í kommununi. Visitator visiterar eisini til ansingarsamsýning og ráðgevur upptøkunevndini. Tætt samband er við útpakkaran, sum umsitur visiteraðar tænastur.

Umframt at visitera, skal viðkomandi skipa fyri fyribyrgjandi heimavitjanum og miðvíst skipa og menna fyribyrgjandi heilsutænastur og heilsustimbrandi átøk.

Heilsustimbran og fyribyrging snúgva seg um at forða fyri sjúku og skapa møguleikar fyri at vera virkin sum longst. Átøkini skulu verða í tøttum samstarvið við borgaran, familjuna og starvsfólkini í heimatænastuni og skal gevast við virðing, rættvísi, frælsi og sjálvsavgerðarrætti hjá borgarnum.

Í fyribyrgjandi arbeiðinum verða viðkomandi miðdepilin í átøkunum og skulu arbeiða tilgongdarsøkjandi, verða fyrimyndir og leiðvísarar. Eisini skulu viðkomandi undirvísa, hugkveikja, geva íblástur og vera við í arbeiðnum, so at Heimatænastan í Vágunum verður før fyri at loysa uppgávurnar, eisini fyribyrgjandi og heilsufremjandi.

Førleikakrøv

Persónligir eginleikar:

  • Góð samstarvs- og samskiftisevni

  • Duga at vísa virðing fyri borgarum og avvarðandi

  • Skal duga saman við borgarunum at finna loysnir og samskipa tænastur eftir tørvi

  • Gott hugflog og evni at síggja kreativar loysnir

  • Er vinarligur av lyndi og empatiskur

  • Skal evna at síggja møguleikar og kveikja

  • Skal hava áhuga í at arbeiða rehabiliterandi, og evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum er í Heimatænastuni

  • Hegni og hug at læra frá sær

Fakligir førleikar:

  • Útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur, minst 2 ára starvsroyndir

  • Annað starvsfóklið skal harumframt hava útbúgving sum demenssamskipari

  • Royndir við fyrisiting er ein fyrimunur

  • Fakligt tilvit og áhuga

  • Kunnleika til viðkomandi lóggávu

Vit bjóða

  • Innleiðsla verður saman við royndum innan økið

  • Spennandi størv við stórum fakligum avbjóðingum

  • Koma at starva í einum lærandi umhvørvið, har áherðsla verður løgd á, at borgarin er í miðdeplinum

  • Ávirkan á menningina av tænastum og tilboðum í Heimatænastuni

  • Góðar menningarmøguleikar bæði faklig og persónliga

  • Vera við í toymisaarbeiði

  • Fakligt forum fyri kjaki og siðfrøðiligari umhugsan

  • Ávirkan á menningina av tænastum og tilboðum í Heimatænastuni

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Sjúkrarøktarfrøðifelag Føroya.