Vísa Sverra í Miðvági í nátt

ítróttur29-07-2021 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í nátt klokkan 01:45 føroyska tíð skal miðvingurin Sverri S. Nielsen rógvi OL finalu í Tokyo.

Tað ber til at fylgja við róðrinum hjá Sverra uttanfyri bygdarhúsið í Miðvági. Skipað er fyri at vísa hann á lørift, men um veðrið ikki er til vildar er møguleiki at fara inn í bygdarhúsið.

Stuttligt hevði verið, um nógv fólk komu á vøllin at fylgja við. Hetta er uttan iva longu nú størsta ítróttarhending, sum nøkrum føroyingi hevur verið fyri. Tí er tað uppá sítt pláss, at tað verður gjørt nógv burturúr her, ið Sverri er uppvaksin.

MR skipar fyri sølu av breyði, kaffi og te v.m.

Fyrireikarnir